Gramexgrunnur Føroya er stuðulsgrunnur har møguleiki er at søkja stuðul til tvey ymisk endamál:
- Stuðul til ferðing og gisting til alment lýst innanoyggja tónleikatiltøk.
- Útgávustuðul
Umsóknir verða sendar: gramexfo@lisa.fo
1. Ferðastuðul
GRAMEX kann stuðla ferðing innanoyggja eftir hesum treytum:
Endamál
Stuðul til ferðing og gisting til alment lýst tónleikatiltøk.
Luttakarar
Navn og adressa hjá luttakarum Ferðing: Í mesta lagi tað, sum SSL kostar. Í mesta lagi 5 tónleikarar og í mesta lagi 1500 kr. fyri hvønn bólk ímillum føroyskan bústað og konsert (ella millum konsertstøðini)
Innivist
Skjalprógvað útreiðslur, um tiltakið er í hesum oyggjum: Suðuroy, Sandoy, Stóra Dímun, Skúvoy, Mykines, Nólsoy, Hestur, Koltur, Kalsoy, Fugloy, Svínoy og ikki slepst til meginøkið aftan á tónleikatiltakið. Søkt kann verða um stuðul til innivist til í mesta lagi 5 tónleikarar. Í mesta lagi 300 pr tónleikara. í mesta lagi5 (= 1500 kr). Konsertirnar skulu vera almennar og fráboðan verður send KODA.
2. Útgávustuðul
GRAMEX kann lata útgávustuðul til CD/MC/LP (Stuðulin verður ikki goldin út, fyrr enn CD/MC/LP er útkomin)
Umsóknin skal í minsta lagi innihalda:
Umsøkjari:
Navn, Adressa, Teldupostadressa (Treytin er, at umsøkjarin býr í Føroyum)
Útgevari:
Navn, Adressa, Teldupostadressa
Frágreiðing Heiti á CD/MC/LP Eyðkenni á CD/MC/LP
Spælitíð (minuttir)
Útgávudagur
Navn/nøvn á lutakandi tónleikarum
Umsóknir verða sendar: gramexfo@lisa.fo