Slóðir

Her eru slóðir til nakrar síður sum kunnu vera viðkomandi tónleikarum og tónleikavirksemi:

Plátufelagið TUTL

Plátufelagið TUTL varð sett á stovn í 1977 av tónleikaranum og tónasmiðinum Kristian Blak. Tað sum sermerkir TUTL í mun til onnur plátufeløg er, at tað eru tónleikararnir og tónasmiðirnir ið eiga Tutl. Tí er tað eisini áhugamálini hjá hesum, sum hava fremstu raðfesting. TUTL hevur sum endamál at stimbra korini hjá føroyskum tónleikarum og tónasmiðum, betra um tónleikapallin í Føroyum og marknaðarføra føroyskan tónleik um allan heim.

Les meira á tutl.com

Felagið Føroysk Tónaskøld

Felagið Føroysk Tónaskøld er eitt felag fyri tey sum skriva tónleik, ið umboðar áhugamálum hjá føroyskum tónaskøldum. Endamálið er at verja rættindini hjá tónaskøldum og bøta um listarligu og fíggjarligu viðurskiftini hjá teimum; millum annað við at skipa fyri at verk hjá limum verða framførd.

Felagið Føroysk Tónaskøld umsitur eisini Koda-Føroyar grunnin, sum t.d. stuðlar útgávum, konsertum og framførslum og bíleggingum av tónlistaverkum.

Les meira á: composers.fo

Gramex

Gramex er eitt limafelag innan tónleikavinnuna, sum útvegar gjøld fyri tónleikarar og plátufeløg, tá ið tónleikur teirra verður spældur alment. Tí er tað sera umráðandi at melda seg sum lim, og senda studielistar til Gramex – so kanst tú fáa fíggjarliga inntøku tá ið tónleikur tín verður spældur alment.

Les meira á gramex.dk

Koda

Koda hevur til endamáls at tryggja at tey ið skapa tónleikin eisini fáa gagn av verkunum fíggjarliga – tónaskøldini og sangskrivararnir. Koda útvegar gjøld fyri tónaskøld og sangskrivarar, tá ið tónleikur teirra verður spældur alment. Tí er tað sera umráðandi at melda seg sum lim, og skráseta tá ið konsertir verða framførdar – so kanst tú fáa fíggjarliga inntøku tá ið tónleikur tín verður spældur alment.

Les meira á koda.dk

Koda hevur eisini nógvar grunnar ið til ber at søkja um fíggjarligan stuðul frá.

Les meira á: kultur.koda.dk

Spotify for artists

Um tú vilt broyta mynd, biografi ella annað á tínum Spotify profili, so mást tú fyrst vátta (verify) tín spotify artist profil. Fyri at vita hvussu ein kann gera hetta og annað í sambandi við Spotify, vinarliga fylg vegleiðingini her: artists.spotify.com

Stuðul

Niðanfyri eru savnaðir nakrir stuðulsmøguleikar:

Gramexgrunnurin

Koda Kultur

Koda Føroyar

Mentanargrunnurin

Mentamálaráðið

Loftbrúgv

Dansk-Færøsk Kulturfond

Nordisk Kulturfond

Kulturkontakt Nord

Statens Kunstfond

Virkir og kommunur:

Harafturat stuðla kommunur og virkir ofta mentanarligum virksemi. Sí her dømi frá: Tórshavnar kommunu. Best er um væl verður grundgivið í umsóknunum fyri hví júst tín verkætlan hevur uppiborið stuðul og hví tú søkir stuðul frá viðkomandi virki ella kommunu.