- Navn
- Bústað
- Telefonnummar
- Føðingardag
Limagjald
Limagjaldið er 100 kr. um mánaðin. Fyri limir sum eru 26 ár og yngri er limagjaldið 50 kr/mðr.
Íroknað limagjaldið er vinnuferðatrygging og leysafæ virði upp til 10.000 kr.
Limagjaldið skal rindast sum føst flyting á konto í Bank Nordik:
Konto nummar: 6460 0005791563
GG. Føst flyting er ein treyt.
Sum limur í Føroya Tónleikarafelag fært tú lut í:
Vinnuferðatrygging
Vinnuferðatryggingin fevnir millum annað um:
- Heimferð, læknaviðgerð o.a. í sambandi við sjúku og óhapp
- Seinkingar
- Burturmist viðføri
- Avlýsingartrygging og eisini avloysara undir ávísum treytum
Sí her Tryggingartreytir og Yvirlit/Erstatningsoversigt.
Henda trygging er eisini galdandi fyri ferðir, har arbeiðs- og privat ferð eru knýttar saman.
Leysafæ- og tóltrygging
Tíni ljóðføri og útgerð eru tryggjað, meðan tey eru við hús, undir flutningi og nýtslu og eisini tá tú ferðast við teimum. Lutirnir skulu hoyra heima í Føroyum.
Tryggingin fevnir m.a. um eld-, storm- og vatnskaða, stuldur og brot.
Sjálvsábyrgdin er 2.500 kr., um tú sjálv/ur missur lutin.
Sí her Tryggingartreytir – eisini brotini um All-risk og El-skaðaskrokktrygd.
G.G! Leysafæ- og tóltryggingin fevnir um teir lutir og ljóðføri, tú upplýsir okkum um.
Hetta gert tú við at fylla út hendan listan: Ljóðføris- og tóllisti, og senda okkum hann á ftf@ftf.fo
Tryggingin tekur við, tá vit hava latið yvirlitið til Trygd.
Til ber altíð at dagføra.
Niðanfyri kunnu lesast:
Vinnuferðatrygging yvirlit/Erstatningsoversigt