Søgan hjá felagnum
Føroya Tónleikarafelag varð stovnað á vári 1989.
Í Juni 2016 var farið undir at endurhugsa og dagføra virksemið í Føroya Tónleikarafelag.
Í tilgongdini til nýggja leistin varð í 2017 sett upp visjónsskjal, sum lýsti komandi virksemi felagsins.
Á aðalfundi 7.mars 2018 varð felagið umskipað og viðtøkurnar dagførdar. Føroya Tónleikarafelag er nú eitt felag fyri limum sínum, heldur enn eitt meginfelag við fleiri undirfeløgum. Hetta er gjørt fyri at felagið betur kann virka sum yrkisfelag og málgagn hjá limunum. Ætlanin er, at FTF skal vera ein virkin aktørur í føroyska tónleikaralívinum og umboða tónlistarlig áhugamál og viðurskifti.
Nevndin og onnur
Nevndin, sum varð vald á aðalfundi tann 4. mars, 2026, er sett saman av hesum:
Ása Helena Brynjarsdóttir, forfólk
Eyði Højsted Horsdal, nevndarlimur
Ernst Remmel, nevndarlimur
Jón Klæmint Hofgaard, tiltakslimur
Virkin í felagsarbeiðnum eru harumframt:
Kristian Blak, kassaumsitari
Knút Háberg Eysturstein, umboðsfólk í LISA
Marjun Svartafoss, pílika
Samband og leinkjur
Føroya Tónleikarafelag
J. Paturssonargøta 61,
100 Tórshavn
Marjun, telefon nr.: 277039
Teldupostur: ftf@ftf.fo
