Føroya tónleikarafelag
Føroya tónleikarafelag (FTF) er limafelag, sum strembar eftir at bøta korini hjá virknum tónleikarum í Føroyum — eins og eitt fakfelag! Felagið hevur virkað fyri hesum endamálinum síðan upprunan í 1989, og í løtuni býður felagið sínum limum hesar ágóðarnar:
- Vinnuferðatrygging
- Leysafæ- og tóltrygging
- Atgongd til privatar bólkar á netinum
Føroya tónleikarafelag er fakfelagið hjá íðkandi tónleikaranum. Talan er um tónleikaran, ið framførir javnan og noyðist at ferðast nógv — bæði innlendis og uttanlands. Hjá hesum tónleikaranum kann tað loysa seg við vinnuferðatryggingini, sum m.a. fevnir um burturmist viðføri og seinkanir.
Talan er eisini um tónleikaran, sum hevur kostnaðarmikið ljómskála (studio) heima við hús — kanska ljómskála, har viðkomandi starvast uttan fyri festivaltíðina. Her kann leysafæ- og tóltryggingin — sum m.a. fevnir um stuldur, brunaskaða og vatnskaða — verða eina stórur fyrimunur.
Men kanska tykjast hesir ágóðarnir ov stórir til tín tørv? Kanska tú ikki ferðast so ofta, ella ikki hevur nógva dýra útgerð? Ella kanska tankin um eitt felag einans fyri virknar tónleikarar, sum spæla eina ørgrynnu av konsertum, ljóðar ov stórbærur? Lat ikki hesar stúranir styggja teg burtur. Føroya tónleikarafelag er fyri øll, sum eru áhugað í tónleiki og sum leingist eftir einum felagsskapi.
Limaskapur
At vera limur í Føroya tónleikarafelag gevur ágóðar og hevur við sær mánaðarligt limagjald. Peningurin fer millum annað til at gjalda fyri tryggingarnar.
Skerdur kostnaður fyri ungdómar
50
kr./mánaðin
Limir, sum eru 26 ár ella yngri, fáa avsláttur.
✓ Vinnuferðatrygging
✓ Leysafæ- og tóltrygging
✓ Atgongd til privatar bólkar á netinum
Vanligur kostnaður fyri tilkomin
100
kr./mánaðin
Limir, eldri enn 26 ár, rinda vanligan prís
✓ Vinnuferðatrygging
✓ Leysafæ- og tóltrygging
✓ Atgongd til privatar bólkar á netinum
