Gramexgrunnur Føroya

Gramexgrunnur Føroya er ein stuðulsgrunnur, sum Føroya Tónleikarafelag varðar av. Grunnurin veitir stuðul til tvey ymisk endamál:

Niðanfyri kann ein lesa um hesar stuðulsmøguleikarnar. Eittnú sæst, hvat ein umsókn skal innihalda og hvørjar treytirnar eru fyri at fáa stuðul. Allar umsóknir skulu sendast til gramex@ftf.fo.

Ferðastuðul og gisting

Gramexgrunnur Føroya kann stuðla innanoyggja ferðing og gisting, tá talan er um alment lýst tónleikatiltøk í Føroyum. Treytirnar fyri at fáa ferðastuðul og stuðul til gisting kunnu lesast niðanfyri.

Endamál

Stuðul til ferðing og gisting til alment lýst tónleikatiltøk.

Eisini kann søkjast um ferðastuðul til framførslu í skúlum, á arbeiðsplássum og aðrastaðni, um man er biðin at framføra og ikki vanliga arbeiðir á konsertstaðnum

Luttakarar

Navn og heimstaður hjá luttakarum skal sendast til gramex@ftf.fo

Ferðing kann stuðlast við:

Stuðul kann latast til herbúgvandi tónleikarar, útisetar og eisini til bólkar í Føroyum, sum hava luttakarar úr øðrum londum. Mesti ferðastuðulin í alt um árið til ein tónleikari er 6.000 kr.

Innivist

Biðið verður um at skjalprógva útreiðslur, um tiltakið er í hesum oyggjum: Suðuroy, Stóra Dímun, Skúvoy, Mykines, Nólsoy, Hestur, Koltur, Kalsoy, Fugloy, Svínoy og um ikki slepst til meginøkið aftan á tónleikatiltakið. Søkt kann vera um stuðul til innivist til í mesta lagi 6 tónleikarar og í mesta lagi 500 kr. pr. tónleikara (t.v.s. max 3000 kr.).

GG: Tónleikarar sum hava heimstað í Suðuroy, Stóra Dímun, Skúvoy, Mykines, Nólsoy, Hestur, Koltur, Kalsoy, Fugloy, Svínoy hava somu rættindi til innivist um ikki slepst aftur til heimstað aftan á tónleikatiltakið.

Allar almennar konsertir skulu fráboðast KODA.

Takstir til ferðastuðul

Akfør í tunlum

  • Sandoyar- og Eysturoyartunnilin: 150 kr.
  • Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eru partur av koyringsstuðulinum.

Akfør við Strandafaraskipum Landsins (SSL)

Talan er um bil við førara.

  • Suðuroy: 225,-
  • Styttri leiðir: 160,-

Persónar við Strandfaraskipum Landsins

Talan er um ferðfólk, sum ikki eru bilførarar. Ferðaseðilin er tur-retur.

  • Styttri leiðir: 40,-
  • Suðuroyaleiðin 80,-
  • Mykines: 120,-

Ferðastuðul til hvønn ferðandi

Talan er um ferðastuðul (tur-retur) til hvønn ferðandi.

  • Millum Suðuroy  suður / norður: 80,-
  • Millum Streymoy suður / norður: 80,-
  • Millum Eysturoy eystur / vestur: 80,-
  • Millum oyggjar – Norðoyggjar/Streymoy/Vágar/Sandoy/Eysturoy – í bili ella við bygdaleiðunum: 200,-

Har ivamál eru verður stuðul veittur sambært takstunum hjá SSL.

Útgávustuðul

GRAMEX kann lata útgávustuðul til CD/MC/LP. Stuðulin verður ikki útgoldin, fyrr enn CD/MC/LP er útkomin.

Umsóknin skal innihalda:

Umsøkjari

Treytin er, at umsøkjarin býr í Føroyum.

Útgevari

Umsóknir skulu sendast til gramex@ftf.fo